Innanlands

Poula Johansen heiðrað við heiðursmerki frá kongi

Hetta fyri drúgva og trúgva tænastu í Tórsvhavnar kommunu, sum eisini heiðraði henni við gullmerki í fjør

- Og sjálvt um tað er ein álvarsom uppgáva at vera kassameistari hjá kommununi, so merkir tað ikki, at tað altíð skal vera so álvarsamt. Og tú dugir sanniliga eisini at hava tað stuttligt saman við starvsfeløgunum, bæði yngri og eldri (Mynd: torshavn.fo)

- Og sjálvt um tað er ein álvarsom uppgáva at vera kassameistari hjá kommununi, so merkir tað ikki, at tað altíð skal vera so álvarsamt. Og tú dugir sanniliga eisini at hava tað stuttligt saman við starvsfeløgunum, bæði yngri og eldri (Mynd: torshavn.fo)

2025-11-13 18:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í oktober 2025 hevði Poula Johansen 40 ára starvsdag hjá Tórshavnar kommunu, har hon hevur starvast á Fíggjardeildini sum kassameistari.

Fyri drúgva og trúgva tænastu fekk hon tá gullheiðursmerki frá Tórshavnar kommunu.

Poula Johansen varð eisini innstillað til “Kongens fortjenstmedalje”, ið kann latast teimum, sum hava verið í starvi hjá sama almenna setanarmyndugleika í í minsta lagi 40 ár uttan íhald.

Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at innstillingin varð gingið á møti, og í gjár handaði Elsa Berg, borgarstjóri, Poulu Johansen kongsins ærumedalju á lítlari samkomu í ráðhúsinum.

Elsa Berg segði millum annað:

- Starvsheitið hjá tær er kassameistari, og tað merkir, at tín uppgáva hevur verið at hildið skil á pengunum hjá kommununi. Og tá vit hugsa um, hvussu nógv kommunan er vaksin hesi árini, er skjótt at koma fram til, at tín uppgáva eisini er vaksin við tíðini. Men tú er kend fyri at hava skil í tingunum og at ganga høgt uppí at røkja títt starv ordiligt, og tað hevur kommunan nú havt gleði av í mong ár.

- Og sjálvt um tað er ein álvarsom uppgáva at vera kassameistari hjá kommununi, so merkir tað ikki, at tað altíð skal vera so álvarsamt. Og tú dugir sanniliga eisini at hava tað stuttligt saman við starvsfeløgunum, bæði yngri og eldri.Vit fegnast um at hava teg her. Tú kundi verið pensionerað nú, men tú hevur valt at framhaldandi geva okkum burtur av tínum royndum og tínum kunnleika. Takk fyri tað.”

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder