
Við einum leikriti, ið hevur vakt ans kring allan heimin, fer Det Ferösche Compagnie, DFC, at bjóða føroyska áskoðaranum inn í eina djarva frásøgn um rættvísi, vald, sannleika og kynsligan harðskap
‘Prima Facie’ er skrivaður av australska rithøvudinum og fyrrverandi sakføraranum Suzie Miller. Leikurin hevur vunnið altjóða viðurkenning fyri sítt sterka og samfelagsviðkomandi innihald. Í miðdeplinum er Tessa – ein kvinnuligur sakførari, sum hevur bygt sína lívsleið upp á trúnna á lóggávu og rættvísi. Men tá hon sjálv verður fyri einum harðligum broti, verður hon noydd at síggja sannleikan: At rættarskipanin, hon hevur tænt, ikki verjir øll líka.
Det Ferösche Compagnie setur leikin upp í tøttum samstarvi við bretska leikstjóran Matthew Richardson. DFC hevur arbeitt saman við Matthew áður á rósta leikinum ‘Lear Kongi’. Matthew hevur drúgvar royndir sum leikstjóri og hevur vunnið fleiri virðislønir.
Kristina Sørensen Ougaard spælir høvuðsleiklutin, Dánjal á Neystabø er tónasmiður og Sámal Blak er sniðgevi. Beinir Bergsson hevur týtt leikin til føroyskt.
Umframt at seta upp stórar klassikarar og skapa egin verk, fer Det Ferösche Compagnie undir nýggjan leist: At seta upp nýskrivaðar leikir, sum verða spældir á leikhúsum kring knøttin. DFC vil, at tann føroyski áskoðarin kann uppliva nýskrivaðan dramatik á høgum støði, sum verður spældur úti í heim, um somu tíð sum her heima. Við hesum vilja vit verða ein partur av tí stóru globalu samrøðuni.
Leikurin verður frumsýndur 13. september í Perluni í Tórshavn.
- Eg las hetta leikritið í flogfarinum á veg aftur úr London, aftan á vit høvdu framført ‘Castle of Joy’ við DFC á The Barbican. Eg fekk ikki lagt handritið frá mær, fyrr enn eg hevði lisið tað liðugt, og tað hevur sitið í mær líka síðani, sigur Kristina Sørensen Ougaard, sjónleikari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald