Innanlands

Prísirnir vaksa framvegis, men spakuligari

Í øðrum ársfjórðingi 2023 vaks brúkaraprístalið við 4,4%, og tað er munandi lægri enn vøksturin í brúkaraprístalinum hevur verið síðani annan ársfjórðing 2022.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-09-25 17:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Landsbanki Føroya: Prísirnir vaksa framvegis, men spakuligari enn teir hava tað seinasta árið. Meðan oljuprísirnir høvdu størstu ávirkanina á brúkaraprístalið í byrjanini av 2022, hevur tað síðani tá verið øktir matvøruprísir, ið hava togað brúkaraprístalið upp.

Í fyrsta ársfjórðingi 2023 var tað í mesta mun dýrkaðar matvørur, rentuútreiðslur og streymprísir, sum togaðu prísvøksturin upp, og í øðrum ársfjórðingi 2023 eru tað rentuhækkingar og dýrkaðar matvørur, sum gera seg galdandi.

[object Object]

Í myndini niðanfyri eru teir 3 vørubólkarnir, sum fylla mest í nýtsluni hjá húsarhaldunum, vístir. Tann vørubólkurin, sum fyllir mest, er matur og alkoholfríar drykkjuvørur, og prísirnir í hesum vørubólki eru øktir nógv síðani miðjan 2021. Flutningur er útreiðslur til keyp og rakstur av bili íroknað brennievni til bilin. Prísirnir í bólkinum ’býli’ eru øktir mest. Í hesum bólki fyllir oljunýtsla til upphiting av húsunum ein stóran part, men eisini elnýtsla og rentuútreiðslur eru øktar nógv í 2022 og 2023.

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder