Innanlands

Prísskipanin hjá Dennisi Holm verður vrakað

Tað riggaði hjá framsóknartingmanninum at hótta við misáliti. Nú verður prísskipanin eftir øllum at døma broytt

Dennis Holm (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Dennis Holm (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-10-09 20:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ætlanirnar um prísskipanina sum Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, legði fram herfyri, verður broytt. Tað sigur løgmaður við útvarpið.

Karlot Hergeirsson hótti fríggjadagin við at leggja misálit fram móti Dennis Holm, landsstýrismani. Tingmaðurin hjá Framsókn var ónøgdur við nýggu prísskipanina hjá Strandferðsluni, sum Dennis Holm hevur lagt fram.

- Ein ávís misnøgd hevur verið í samgonguni. Tí hava vit valt at hyggja eftir hesum einaferð afturat, fyri at tryggja at øll sum eru partur av samgonguni kunnnu vera glað fyri prísskipanina sum verður hjá Strandferðsluni í framtíðini, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum fer í morgin at hava fund við samgonguumboðini í vinnunevndini um málið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder