Innanlands

Privata nýtslan stórt sæð óbroytt í 2023

Føroyingar keyptu minni av vørum og tænastum í seinna hálvári 2022 í mun til seinna hálvár 2021, og lítil munur er á nýtsluni higartil í 2023

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-09-25 16:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Landsbanki Føroya: Hagtøl fyri kortnýtslu frároknað prísvøkstur vísa, at føroyingar keyptu minni av vørum og tænastum í seinna hálvári 2022 í mun til seinna hálvár 2021, ið allarhelst skyldast øktu prísirnar.

Lítil munur er á kortnýtsluni higartil í 2023 samanborið við fyrra hálvár 2022, ið bendir á, at nýtslan stórt sæð er óbroytt í 2023.

[object Object]

Tøl fyri kortnýtsluna hjá føroyingum uttanlands vísa hinvegin, at nýtslan hjá húsarhaldunum í útlondum hevur verið eins stór á sumri 2023, sum í fjør, og tað bendir á, at húsarhaldini hava gott treysti hóast alt.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder