Innanlands

Prognosa: 18-15 til andstøðuna

Nú eru bert Argir, Klaksvík og Havnin eftir

Hanus Samró, valevni hjá Fólkaflokkinum fylgir við spenningi við uppteljingini í kringvarpinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hanus Samró, valevni hjá Fólkaflokkinum fylgir við spenningi við uppteljingini í kringvarpinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-08-31 22:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sambært nýggjastu prognosuni stendur andstøðan á tingi til at vinna løgtingsvalið greitt.

Núverandi andstøðuflokkarnir standa til at fáa 18 tingsessir.

Fólkaflokkurin stendur til at ganga fram við tveimum umboðum til 8, Sambandsflokkurin fær 7 og vinnur ein tingsess, Sjálvstýri missir ein og fær ein og Miðflokkurin varðveitir sínar tveir.

Báðir teir stóru samgonguflokkarnir missa tingsess. Javnaðarflokkurin fær 7 tingfólk, Tjóðveldi fær seks og Framsókn varðveitir sínar tveir.

Prognosan byggir á 54 valstøð, svarandi til 51,5 prosent av atkvøðunum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder