Innanlands

Prógv sum vinnukavarar við blandingsluft

Gevur betri møguleikar at leggja kavingina til rættis enn við vanligari luft

2021-03-02 08:53 Author image
Innsent
placeholder

Mánakvøldiđ stóðu seks vinnukavarar prógv innan kaving við blandingsluft. Prógvið gevur kavarunum møguleika, at leggja  kaving sína betri og øðrvísi tilrættis enn tá kavað verður við vanligari luft.

Á myndini síggja vit næmingarnar eftir endaligu royndirnar hjá Faroedive.

Standandi frá vinstru Høgni Kjeld, próvdómari, Bergtór T. Thomsen, Vilhelm Hansen, Tummas Kjærbo. Sitandi frá vinstru Jóhan Nielsen, Trygvi á Brekkukletti og Janus Joensen, lærari. Magni J. Hansen fekk eisini prógv, men er ikki við á myndini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder