Innanlands

Prógvhandan á Sjónámi

Hósdagin fingu seks skipsatstøðarar og níggju skiparar prógv

Skipsatstøðarar (Mynd: Sjónám)

Skipsatstøðarar (Mynd: Sjónám)

2023-06-25 12:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin 22. juni var prógvhandan á Sjónámi, har seks skipsatstøðarar og níggju skiparar fingu prógv.

Skipsatstøðarar

[object Object]Fv: Bjarti Samson Vang, Poul Hammer, Ragnar Khaliqi, Ester Maria Fonsdal Mikkelsen, Jonatan Sjúrðason Kass, Ólavur Benjamin Martin Joensen.

Hesir kunnu eftir ávísa siglingartíð søkja vinnubræv sum fulltiknir skipsastsøðarar.

Virðislønir til skipsaststøðarar vóru lætnar av Fiskimannafelagnum. Fyri besta úrslit fekk Bjarti ein Apple ipad, og fyri gott úrslit fekk Ólavur Benjamin Martin Joensen eitt Faroe Time lummaur.

Besti kammeratur, valdur av næmingum, gjørdist Ragnar Khaliqi, ið fekk ein Sailor kikara frá Sjónámi.

Skiparar

[object Object]
Ovara rað fv. Rói Dalsá Olsen, Fríði Magnusson Carlsson, Hildar Akursmørk, Eivindur D. Ó. Sørensen. Niðara rað fv. Sigmundur Annfinsson Ellingsgaard, Mortan Rasmussen, Birgir Poulsen, Daniel Eysturdal, Andru Poulsen

Fyri besta úrslit fekk Birgir Poulsen ein Mont Blanc fyllupenn frá Skipara & Navigatørfelagnum, og fyri gott úrslit fekk Hildar Akursmørk eitt ur frá Noroya Sparikassa.

Besti kammeratur, valdur av næmingum, gjørdist Mortan Rasmussen, ið fekk eina klokku við barometur frá Christian í Grótinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder