Innanlands

Tvey ferðsluóhapp í Havn í nátt

Eingin fólkaskaði var, men tað eina óhappið hevði við sær stóran materiellan skaða

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-19 11:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt fekk løgreglan fráboðan um tvey ferðsluóhapp í Havn.

Tað fyrra ferðsluóhappið varð fráboðað beint áðrenn midnátt. Boðað varð frá, at ein ávirkaður persónur hevði rent á ein parkeraðan bil.

Tá løgreglan kom á staðið, var førarin, sum hevði rent á, framvegis har, og mett varð, at hann var ávirkaður av rúsdrekka. Blóðroynd varð tikin, og bíðað verður nú eftir úrslitinum.

Seinna ferðsluóhappið var klokkan tvey. Har var talan um ein bilførara, sum ikki helt víkiskylduna og rendi á síðuna á einum øðrum bili.

Materielli skaðin var stórur, men eingin fólkaskaði var, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder