Innanlands

Psykiatriski depilin hevur tilbúgving tá harðskapur verður framdur ímóti starvsfólkum

Tormóður Stórá sigur, at tað kemur fyri nakrar ferðir um árið,  at psykiatriski depil boðar arbeiðseftirlitinum frá harðskapi á starvsfólk

Tilvildarlig mynd (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Tilvildarlig mynd (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-29 09:22 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Leygarkvøldið fyri einari viku síðani framdi maður, sum var innlagdur á psykiatriska depli harðskap á starvsfólk á deplinum, sum var farið gongutúr við manninum. Maðurin tók kvalaratak um konuna og sló hana ímóti garðinum, og løgreglan hevur skuldsett mannin fyri drápsroynd. Starvsfólkið, sum er heilsuhjálpari, fekk sjálv ringt til løgregluna, men onnur vitnir høvdu longu boðað løgregluni frá tilburðinum. 

Tormóður Stórá er yvirlækni á psykiatriska deplinum, og hann sigur at depilin hevur eina tilbúgving, ið tey fylgja, tá starvsfólk eru fyri harðskapi, men at hetta allarhelst var talan um ógvusligastu harðskapshendingina, ið tey hava verið út fyri á deplinum. 

- Landssjúkrahúsið hevur ein harðskapspolitikk, og vit á deplinum hava ein útbygdan politikk. Vit góðtaka sjálvandi ongan harðskap ímóti starvsfólkum, sigur Tormóður Stórá, ið leggur afturat, at starvsfólkið, ið var fyri harðskapi hevur fingið umsorganarhjálp. Tá hendingin var, kallaðu tey eisini fleiri starvsfólk á vakt, og tey, sum vóru serliga merkt av tilburðinum, fingu loyvi at fara heim. Seinni hava tey havt ein fund um tilburðin. 

- Starvsfólkini hava sjálvandi fingið tilboð um at síggja ein sálarfrøðing, sigur Tormóður Stórá. 

Tað kemur fyri nakrar ferðir um árið, at psykiatriski depilin boðar arbeiðseftirlitinum frá um harðskap av ymiskum slagi. Fyri kortum var arbeiðseftirlitið sambært Tormóði Stórá eisini á vitjan, tá mannagongdirnar á deplinum blivu gjøgnumgingnar. 

- Vit høvdu ein positivan dialog. Harðskapur kann vera so nógv, og vit skulu senda fráboðan til arbeiðseftirlitið, tá hóttanir ella tílíkt koma fyri, sigur Tormóður Stóra, ið greiðir frá, at mannagongdir eru fyri, hvussu tílíkt veðrur umisitð, men at depilin eisini ger ymiskt fyri at fyribyrgja harðskap. 

- Vit hava skeiðir í sjálvverju eina ferð um árið, tá ein donsk fyritøka kemur til Føroyar. Tá verða ymiskar støður eisini vandar saman við starvsfólkunum, sigur Tormóður Stórá at enda. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder