Fyrrverandi katalanski forsetin, Carles Puigdemont hevur givið seg upp til belgisku myndugleikarnar.
Tó noktar hann at lata seg útflýggja til Spania, skrivar DR.
Boð vórðu nýliga givin út um at handtaka Puigdemont samstundis sum aðrir katalanskir leiðarar fingu fleiri ára fongsulsrevsing.
Sum forseti stóð Puigdemont á odda fyri fólkaatkvøðuni um loysing frá Spania í oktober fyri tveimum árum síðani, og lýsti hann Katalonia sum sjálvstøðuga tjóð eftir fólkaatkvøðuna.
Les eisini: Katalanski leiðarin vil hava nýggja fólkaatkvøðu um loysing
Spanska stjórnin vildi tó vera við, at fólkaatkvøðan varð ólóglig, og varð katalanska tingið upployst samstundis sum boð um at handtaka Puigdemont og aðrar leiðarar í Katalonia vórðu givin út.
Síðan Puigdemont rýmdi fyri tveimum árum síðani, hevur hann livað í útlegd, fyrst í Týsklandi og síðani í Belgia.
Verður Puigdemont útflýggjaður til Spania verður hann ákærdur fyri at eggja til uppreistur og misbrúk av almennum pengum í sambandi við fólkaatkvøðuna í 2017.
Síðan dómur fall mánadagin hava ógvuslig mótmæli verið í katalanska høvuðsstaðnum, Barcelona.
Les eisini: Ófriður í Barcelona eftir fongsulsrevsing til politikarar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald