Russiski forsetin, Vladimir Putin, vísir aftur, at russiskar herdeildir hava ábyrgdina av álopinum á eina handilsmiðstøð full við sivilfólki í ukrainska býnum Krementjuk fyrr í vikuni.
- Okkara herur fremur ikki álop á sivilt infrakervi. Vit eru fult út før fyri at skyna á, hvat er hvat, segði Putin á einum tíðindafundi í høvuðsstaðnum í Turkmenistan, Asjkhabad, í gjár har hann var við á einum toppfundi fyri statsleiðarar har í økinum.
- Ongin okkara skjýtur soleiðis – tilvildarliga. Vanliga verður tað gjørt út frá fregnarupplýsingum um mál og við neyvum vápnum, legði Putin afturat, sambært AFP tíðindastovuni.
18 fólk lótu lív, tá russar, sambært Ukraina, mánadagin raktu keypsskálan við rakettum.
Eldur kom í bygningin, sum liggur 255 kilometrar í ein landsynning úr høvuðsstaðnum, Kyiv.
Vladimir Putin saman við valdsharranum í Turkmenistan, fólkakommiserinum, Gurbanguly Berdimuhamedov, sum er fyrrverandi forseti og pápi núverandi forsetan (Mynd: EPA)
Russland váttaði týsdagin at hava framt álop í Krementjuk. Landið segði seg tó hava søkt eftir eini vápnagoymslu.
- Í Krementjuk raktu russiskar styrkir eina vápnagoymslu við útgerð úr USA og Evropa, skrivaði russiska verjumálaráðið umvegis kunningartænastuna Telegram.
Verjumálaráðið viðurkenndi, at álopið førdi til eldsbruna í handilsskálanum. Sambært Russlandi var talan tó um ein afturlatnan skála uttan sivilfólk til staðar.
Umvent sigur Ukraina, at tað vóru umleið túsund sivilfólk inni í bygninginum.
Russland hevur undir øllum krígnum, ið byrjaði 24. februar, noktað fyri at hava roynt at rakt sivilfólk, og hevur alla tíðini kallað álopini í Ukraina fyri eina “serliga hernaðarliga uppgávu”.
Tá forsetin í Ukraina, Volodomyr Zelenskyj, týsdagin helt røðu fyri ST-trygdarráðnum, ákærdi hann Russland fyri at vera ein ‘yvirgangsstat’.
Hetta hendi í kjalarvørrinum av álopinum á handilsskálan.
Zelenskyj heitti á trygdarráðið um at burturvísa Russland úr ST, og at fara undir at kanna tað, sum Russland hevur gjørt í Ukraina, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald