Bólturin liggur á ukrainsku hálvuni, sigur russiski forsetin, Vladimir Putin um samráðingarnar um frið í Ukraina.
Tað var á sínum árliga tíðindafundi, har journalistar og vanligir russar hava høvi at seta honum spurningar, at Putin m.a. segði:
– Bólturin er fullkomiliga á hálvuni hjá okkara sonevndu mótstøðufólkum í vesturheiminum, leiðaranum í Kyiv-stjórnini, og evropeisku stuðlum hansara.
Putin gav samstundis amerikanska forsetanum, Donald Trump rós fyri hansara arbeiði at "fáa ein enda á hesum stríðnum", skrivar Ritzau.
Síðan november hava áhaldandi samráðingar verið um eina friðaravtalu, men fyribils hava tær verið úrslitaleysar.
USA hevur orðað eitt uppskot til friðaravtalu, sum síðani er broytt.
Umboð fyri USA hava hitt Putin í Russlandi, meðan ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevur fundast við leiðarum í Evropa, og eisini hava umboð fyri USA og Ukraina fundast í USA.
Á tíðindafundinum segði russiski forsetin eisini, at tað er Ukaina, sum er orsøkin til, at kríggið byrjaði, og er tað ikki Russland, sum eigur skyldina.
– Vit meta ikki, at vit hava ábyrgdina av nøkrum deyða, tí vit byrjaðu ikki kríggið, segði Putin, tá ein journalistur spurdi, um russiska stýrið metir seg hava ábyrgdina fyri, at ukrainar og russar doyggja, um Russland ikki góðtekur treytirnar hjá USA.
Putin segði, at Russland er sinnað at enda kríggið á friðarligan hátt, um krøvini hjá Russlandi verða gingin á møti.
Her verður víst til krøvini hjá Russlandi um, at Ukraina skal droppa allar ætlanir um at gerast partur av verjusamgonguni Nato og taka herdeildir sína rúr landslutunum Luhansk, Donetsk, Zaporizjzja og Kherson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald