Evropa eigur at samskifta við russiska forsetan, Vladimir Putin fyri at royna at fáa ein enda á í krígnum í Ukraina.
Tað segði franski forsetin, Emmanuel Macron fyrr í vikuni, og í dag verður sagt úr Russlandi, at Putin er opin fyri at tosa við franska forsetan.
Macron er somuleiðis til reiðar at fundast við Putin, sigur franska forsetaembætið sambært Ritzau.
– Tað er kærkomið, at Kreml (russiska stjórnin, red.) alment er sinnað at fara undir hesa tilgongd. Komandi dagarnar verður avgerð tikin um, hvussu vit kunnu halda fram herfrá, verður sagt í fráboðanini.
Hetta vikuskiftið fundast umboð fyri Ukraina, Evropa, Russland og USA í Miami í amerikanska statinum Florida.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald