Seinnapartin í morgin hittast amerikanski sendimaðurin, Steve Witkoff og russiski forsetin, Vladimir Putin í russiska høvuðsstaðnum Moskva.
Amerikanski forsetin, Donald Trump boðaði í gjár frá, at Witkoff í vikuni fór til Moskva, og talsfólk hjá russisku stjórnini váttar nú, at fundurin er settur at vera týsdagin.
Hesin fundurin kemur eftir, at umboð fyri USA og Ukraina hava fundast í Sveis og USA seinastu vikuna. Partarnir hava umrøtt eitt uppskot til friðarætlan fyri Ukraina, og tað verður, sum skilst, eisini evnið á fundinum millum Witkoff og Putin.
Trump var jaligur um samráðingarnar, tá hann tosaði við journalistar í gjár, og hevði hann góðar vónir um, at ein friðaravtala fór at koma í lag.
Eisini amerikanski uttanríkismálaráðharrin segði, at samráðingarnar høvdu verið úrtøkumiklar, men enn er nógv arbeiði eftir, legði hann afturat.
Les eisini: – Sera úrtøkumiklar samráðingar millum USA og Ukraina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald