Amerikanski R&B-sangarin, R. Kelly, er á einum rættarfundi í Brooklyn í New York dømdur 30 ára fongsul, skrivar AP tíðindastovan.
Í fjør varð 55 ára gamli R. Kelly, hvørs fulla navn er Robert Sylvester Kelly, dømdur sekur í ákærum um mannahandil og kynsliga misnýtslu av børnum.
Í sambandi við upplesturin av fongsulsdóminum, segði dómarin, Ann Donnely, til tónleikastjørnuna, at hann hevði brúkt kærleika sum eitt ræðuligt vápn.
- Tú hevði eina skipan, sum lokkaði ung fólk tætt til tín. Og so yvirtók tú lív teirra og lærdi tey, at kærleiki er tað sama sum trældómur og harðskapur, segði Ann Donnely.
Dómurin varð sagdur eftir at ein ræð av vitjum høvdu greitt frá, hvussu gerðirnar hjá R. Kelly hevði ávirkað lív teirra.
Sambært dóminum hevur R. Kelly eitt nú lokkað ungar fjepparar til sín fyri at misbrúka tey kynsliga.
Ákærumyndugleikin kravdi minst 25 ára fongsul.
- Lógarbrotini yvir fleiri áratíggju síggja út til at vera drivin av sjálvkærleika – narsissismu – og eini trúgv uppá, at hansara musikalsku gávur loysa honum frá øllum krøvum um at halda seg til lógina – óansæð hvussu skaðilig, eyðmýkjandi og særandi atburðurin er fyri onnur, segði ákærumyndugleikin.
Verjarnir hjá R. Kelly hildu, at hann í mesta lagið átti at fingi 10 ára fongsul.
Hann hevur sitið varðhaldsfongslaður síðan mars 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald