Mentan

R7: Helst er ætlanin at fáa rásina at tagna

Tað, sum sambært útvarpsrásini R7 er manipulatión og grov ærumeiðing, fer helst at raka hart fríggjarliga

Mynd: R7.fo

Mynd: R7.fo

2018-10-11 06:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Í sendingini varð borið fram sum fakta, at R7 varpar haturstalu og rasismu. Hetta er manipulatión og grov ærumeiðing av R7, og kemur helst at raka R7 hart fíggjarliga, tí útvarpsrásin verður rikin av at selja lýsingar.

- Lýsarar vilja sjálvandi ikki setast í samband við haturstalu og rasismu. Men at fáa R7 at tagna er helst eisini ætlanin við herferðini ímóti rásini.

Soleiðis skrivar Ingi á Steinamørk, stjóri á R7, í grein á heimasíðuni hjá útvarpsrásini, í sambandi við at tey hava kært Kringvarp Føroya fyri brot á leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið.

Sipað verður til Dagur & viku tann 8. oktober, har umboð fyri Sosialin og Dimmalætting, ein løgtingslimur og Mentamálaráðharrin vóru við. Sambært R7 varð einki umboð fyri R7 bjóðað við, og man hevði heldur ikki biðið um viðmerking frá leiðsluni á R7.

R7 hevur kært Kringvarpið fyri sjey brot á leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið.

Kæran sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder