28. august var fundur millum uttanríkisráðharrarnar í Útnorði, Høgna Hoydal, Vivian Motzfeldt og Thordís Kolbrún Gylfadóttir.
Ráðharrarnir umrøddu millum annað spentu støðuna í heiminum og hvat tað merkir fyri okkara øki, vaksandi samhandilin millum londini og møguleikar og avbjóðingar í ferðavinnuni. Ráðharrarnir gleddust um, at granskingarstovnarnir í teimum trimum londunum hava undirritað samstarvsavtalur, tí tað hevur stóran týdning at samstarva um at granska og savna vitan um okkara øki.
29. august luttók Høgni Hoydal í ársfundinum hjá Útnorðurráðnum, har hann bar fram røðu um, hvussu samstarvið í Útnorði kann styrkjast, og hvar avbjóðingarnar eru.
Boðskapurin hjá landsstýrismanninum var, at nógv samstarv er á ymsum økjum millum tey trý londini, men at tað er neyðugt at samstarvið mennist við broyttu heimsmyndini og teimum avbjóðingum, heimurin stendur í. Høgni Hoydal segði m.a:
– Eg eri sannførdur um, at tørvur er á einum sterkum og kjølfestum samstarvi millum stjórnirnar í Útnorði. Eg haldi vit eiga at skipa fyri einum toppfundi, har stjórnarleiðararnir hittast at undirrita eina yvirlýsing um tættari samstarv millum stjórnirnar í Útnorði.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald