Uttanlands

Ráðharri: Samráðingar millum USA og Iran í Pakistan

Tað verður ein av komandi døgunum, sigur pakistanski uttanríkismálaráðharrin

Uttanríkismálaráðharrar hittust í Pakistan sunnudagin (Mynd: EPA)

Uttanríkismálaráðharrar hittust í Pakistan sunnudagin (Mynd: EPA)

2026-03-30 07:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Pakistan verður skjótt vertur fyri samráingum millum USA og Iran.

Tað segði pakistanski uttanríkismálaráðharrin, Ishaq Dari í røðu, sum varð víst í pakistanskum sjónvarpi sunnudagin.

Hann sigur, at Pakistan fegnast um at hava fingið álitið sum meklari, og verða samráðingarnar ein av komandi døgunum, skrivar Ritzau.

Útsagnirnar hjá pakistanska uttanríkismálaráðharranum koma, eftir at pakistanski høvuðsstaðurin, Islamabad hevur verið vertur fyri fundi við uttanríkismálaráðharrar úr Turkalandi, Egyptalandi og Saudiarabia um m.a. kríggið í Miðeystri.

Samskifti hevur verið millum Iran og USA seinastu tíðina, men sambært Iran hevur talan ikki verið um ítøkiligar samráðingar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder