Innanlands

Ráðhúsið vitjan av Jákup Petur Eliasen og Ken Bærentsen

Jákup Petur og Ken vitjaðu fyrradagin inni á Ráðhúsinum í Havn og fingu eitt gott prát við Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu

2021-09-15 19:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hugtakið Everesting snýr seg um at súkkla eina brekku umaftur og umaftur til tú hevur klárað 8.848 metrar, sum er hæddin á Mt. Everest. Tað skal gerast í einum.

Hetta gjørdi Jákup Petur Eliassen í fjør frá Autoservice niðan á Kleynisvarða, sum hann súkklaði 42 ferðir fyri at røkka hæddina á Everest.

Herfyri framdi hann eitt líknandi avrik, tá hann saman við Ken Bærentsen gekk 18 ferðir av Eiðisskarði og niðan á Slættaratind og omanaftur. Motivasjónin var at útvega pening til virksemið hjá Eydnudeildini.

Teir gingu 18 ferðir niðan í góðar 24 tímar, men ongantíð gingu teir einsamallir, so góð var undirtøkan og stuðulin. Sjálvt um náttina fylgdu fólk teimum.

Fyrradagin vitjaðu teir báðir Jákup Petur og Ken inni á Ráðhúsinum og fingu eitt gott prát við Heðin Mortensen, borgarstjóra, um túrin og um møguligar framtíðarætlanir.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder