Leygarkvøldið klokkan 20 fara teir báðir freakarnir Rudolf og Rouch á pall í Spaniastovu. Teir fara eina ferð gjøgnum føroysku rútmisku søguna við atliti til radio og Føroyar. Byrjað verður tá radio kom til landið og fyrbrigdi sum norðmaðurin, danskarin, íslendarin og eingislkmaðurin blivu vanlig millum fólk. Ikki so nógv tónleikur í byrjanini , men tíðindir og serliga veðurtíðindi, og tað gjørdist vanlig at at hoyra fólk spyrja hvønn annan :Hvat segði hann? Men síðan bleiv tað útlendskar sendingar úr London undir krígnum við tónleiki, stjørnur um Vera Lynn, Marlene Dietrich og onnur.
Her á landið var tað mest harmonikan.
Koma vit inn í fimtiárini er tað ynskikonsertir frá norðmanninum og danskarinum við eykendum sera sentimentalum sangum. Alt hetta broytist, tá rokkandroll troðkar seg fram í USA og rínir við í Evropa, hóast útvarpsstøðir treyðugt vilja spæla henda tónleik. Undantakið er Radio Luxembourg sum spælir tað allarnýggjasta og støðin gerst sera vælumtókt millum ungdómin. Hetta viðførir at nú kunnu føringar hoyra Elvis , Chuck, Fats , Jerry Lee og øll hini.
Í Onglandi er tað Cliff Richard og bólkurin Shadows, sum gerast fyrimyndin hjá føroyskum bólkum.
Í sekstiárunum taka bretar yvir og nøvn sum Beatles og Rolling Stones , Who, Kinks og mong mong onnur nøvn seta dám á tónleikin.
Vit gevast umleið 1970 men gloyma ikki nøvn sum Who, Jimi Hendrix, Jethro Tull, Led Zeppelin.
Rouch hevur áhugaverd hagtøl um kvøðuljómar og hvat fólk ynskti at hoyra tann tað var..
Lagt er upp tíl eitt áhugavert kvøld down memory lane.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald