![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
22. oktober skipar Amnesty International í Føroyum fyri ráðstevnu um fongsulsviðurskiftini her heima.
”Fongslið, fangarnir og Føroyar” er heitið á ráðstevnuni, sum verður í Smæruni.
Tríggir fyrilestrar verða áðrenn farið verður til politiskt kjak við umboð fyri politisku flokkarnar.
Peter Scharff Smith er ein av fyrilestrarhaldarunum. Hann kemur frá universitetinum í Oslo og er serfrøðingur innan fongsulsviðurskifti, varðhaldsfongsling og avbyrging. Hann fer at hava eina fakliga framløgu um fongsulsviðurskifti og avbyrging.
Annar fyrilestrarhaldarin er Magni Højgaard, leiðari í Megna títt Lív, sum fer at tosa um, hvussu umstøðurnar í føroyska varðhaldinum ávirka tey, sum eru útsett, og hvørja ávirkan hetta hevur á teirra møguleikar eftir leyslating.
Triði fyrilestrarhaldari er Peter Jørgensen, sum sjálvur hevur roynt at sita í avbyrging, og hann fer at seta orð hvussu hetta ávirkar eitt menniskja.
Áðrenn politiska orðaskiftið, verður eitt fakligt orðaskifti um hvussu umstøðurnar ávirkar tey innsettu.
Neyðugt er við tilmelding hjá teimum, sum vilja luttaka
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald