Innanlands

Ráðstevna um fráflyting og kyn í Smæruni fríggjadagin

Spurt og kjakast verður millum annað um, hví so nógvar ungar kvinnur fara av landinum, og hví fleiri ikki flyta heimaftur

Íngilín Didriksen Strøm og Hervør Pálsdóttir eru tvey av teimum úr politiska heiminum, sum luttaka til kjakið hjá Javnstøðunevndini

Íngilín Didriksen Strøm og Hervør Pálsdóttir eru tvey av teimum úr politiska heiminum, sum luttaka til kjakið hjá Javnstøðunevndini

2025-09-17 18:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Fyri at geva íkast og íblástur til kjakið um fráflyting skipar javnstøðunevndin fyri almennari ráðstevnu. Endamálið er at lýsa fráflyting úr kynssjónarhorni, tí atlit til kyn vantar í almenna orðaskiftinum um ungdómin, metir javnstøðunevndin.

Soleiðis skrivar Javnstøðunevndin um ráðstevnuna, sum verður í Smæruni í Havn fríggjadagin 19. september klokkan 9-12.

Á skránni eru fyrilestur, orðaskifti millum ung og politiskt kjak.

Javnstøðunevndin skrivar soleiðis um ráðstevnuna:

Tá ið spurningar um flyting verða umrøddir, verður ofta spurt: "Hvussu fáa vit tey ungu heimaftur?". Hesin spurningur er væl grundaður, tí av teimum, sum á hvørjum ári flyta av landinum, kemur bara helvtin heimaftur.

Talan er um eina av størstu samfelagsavbjóðingunum, vit hava. Men fyri at skilja avbjóðingina til fulnar tørvar okkum innlit í, hví so nógv ung velja Føroyar frá.

Seinastu árini hava vit kunnað staðfest, at tað í stóran mun eru ungar kvinnur, sum flyta av landinum í lestrarørindum. Síðani aldarskiftið eru tey, sum framvegis búgva uttanlands eftir lokna útbúgving, vorðin fleiri í tali. Meirilutin av teimum er kvinnur, sum sostatt hava verri møguleikar fyri at ávirka føroyska samfelagið.

Skal hesin átrokandi samfelagstrupulleiki loysast, er neyðugt at seta fokus á kyn. Tí vilja vit við ráðstevnuni spyrja:

- Hví fara so nógvar ungar kvinnur av landinum?
- Hví flyta ikki fleiri heimaftur?
- Eru vit eitt nóg rúmligt samfelag?

Tøl og kjak

Landsstýrismaðurin í javnstøðumálum, Eirikur í Jákupsstovu, setir ráðstevnuna. Síðani leggur Hagstovan fram hagtøl um fráflyting og kyn. 

Eftir steðgin verður orðaskifti millum ungar kvinnur og síðani politiskt kjak. Luttakarar eru Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, Johan Dahl, Ingilín D. Strøm, Hervør Pálsdóttir, Bjarni K. Petersen og Steffan K. Poulsen

Óluva Zachariasen er orðstýrari.

Luttøka er ókeypis. Eisini verður møguligt at luttaka umvegis netið -  hetta á Youtube - boða fyrireikarar frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder