Týsdagin 3. oktober setur Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag náttúruna, lívmargfeldi og gransking á skránna og í miðdepilin, á ráðstevnu, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum við fyrilestrum og verkstovum.
- Tað er sera týdningarmikið at økja um náttúruvitanina hjá fólki í Føroyum – bæði privat og í arbeiðshøpi. Hetta tí at føroyska náttúran er viðbrekin, og er sera lítið vard í føroyskari lóggávu. Aftrat hesum fara vit at uppliva veðurlagsbroytingar komandi árini, og tað væntar mann eisini fer at ávirka øll, sum búgva í Føroyum.
Tað skrivar Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag í innganginum til náttúruráðstevnuna, sum felagið skipar fyri í Norðurlandahúsinum týsdagin um eina góða viku, tann 3. oktober.
Endamálið við ráðstevnuni er at læra luttakararnar meira um lívmargfeldi, náttúru og okkara tilknýti til hana og á ráðstevnuni fara fyrilestrarhaldarar, sum bæði eru úr Føroyum og aðrastaðni frá, at greiða frá um nýggju náttúruverndalógina, sum kemur í gildi á nýggjárinum, um lívmargfeldi, um náttúru og sálarheilsu og um børn og tilknýti til náttúruna.
Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag hevur sett hesa ráðstevnuna á skrá fyri at deila vitan og geva íblástur, hvussu tað ber til hjá privatum og vinnuligum ítøkiliga at gera broytingar, sum gagna náttúruni og menniskjum. Ráðstevnan fevnir breitt og er ætlað fakfólkum, sum arbeiða við børnum á stovnum, teimum sum arbeiða við burðardyggum loysnum, lesandi, starvsfólkum í kommunum og annars øllum, sum hava áhuga fyri náttúruni.
Ráðstevnan er skipað soleiðis, at fyrraparturin verður brúktur til fyrilestrar og seinnaparturin til verkstovur, har luttakarar fáa møguleika at kjakast um ymisk evnir og fáa ítøkilig hugskot, sum tey kunnu seta í gongd heima við hús ella á arbeiðsplássum, og so endar dagurin við einum kjaki og samanumtøku av degnum.
Ráðstevnan byrjar klokkan 09.00 týsdagin um eina góða viku, og tey, sum fara at halda fyrilestur eru Pætur á Borg, fulltrúi í Umhvørvismálaráðnum, sum fer at greiða frá Náttúruverndarlógini, Sólva Jacobsen, granskari á Havstovuni, ið viðgerð náttúruna í havinum, Magnus Gaard, rektari á Miðnámsskúlanum í Vestmanna, sum fortelur um náttúruna á landi, Kristine Engemann Jensen, granskari frá Aarhus universitet, ið fortelur um samanhangin millum náttúru og sálarheilsu, Lars Dinesen, frá IPBES, sum stendur fyri The Intergovernmental Science-Policy Platform on Biodiversity and Ecosystem Servicesið, greiðir frá støðuni og týdninginum av lívmargfeldi og Maria Reumert Gjerding, forkvinna í Danmark Naturfredningsforening, ið fortelur um týdningin og ávirkanina av teirra arbeiði.
Fyrilestrarnir hjá Kristine Engemann Jensen og tann hjá Mariu Reumert Gjerding vera stroymdir. Teir fyrilestrarnir eru ávikavíst klokkan 10:55 og klokkan 12:40.
Tað eru fimm verkstovur, sum fólk kunnu melda seg til, á skránni. Tær eru “Citizen science, havmátingartól og eBird”, “Náttúruloysnir og “Vilt við vilja” í Føroyu”, “Nýggi altjóða lívmargfeldissáttmálin í føroyskum høpi”, “Náttúrutilknýti hjá børnum (Youth for Arctic Nature)” og “Kompostskipanir heima og á arbeiðsplássum”.
Fleiri upplýsingar eru at finna um ráðstevnuna á heimasíðuni hjá FNU, sum eitur fnu.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald