- Eru tað rembingar í ríkisfelagsskapinum millum Grønland, Føroyar og Danmark? Hvør er orsøkin til, at misnøgdin kemur fram ferð eftir ferð. Eru tað aðrir mátar hjá hesum trimum londum at skipa felagsskapin? Hvørja avleiðing fær øðrvísi felaggskapur millum londini á norðurlendska samstarvið?
Hesir spurningar verða svaraðir á ráðstevnu um Ríkisfelagsskapin og Norðurlendska samstarvið, sum Norrøna Felagið og Fróðskaparsetrið skipa fyri í felag í morgin, hósdagin 28. september.
Tað upplýsir Løkshøll á heimasíðu sínari.
Hendan serstaka ráðstevnan verður í morgin frá klokkan 13 til klokkan 16.30 í Runavík.
Til at svara stóru spurningum hava fyriskipararnir fingið Bertel Haarder, fyrrverandi fólkatingsmann og Michael Zilmer-Johns, fyrrverandi sendimaður fyri danska uttanríkisráðið. Saman við hesum báðum dønum verða innlegg fra Jens Christian Svabo Justinessen, samfelagsfrøðingi og Bárður Larsen, juristi, sum báðir arbeiða á Setrinum.
Ein pallborðsfundur verður eisini. Har luttaka Aksel Vilhelmson Johannesen, formaður í javnaðarflokkinum og løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, formaður í sambandsflokkinum og Bjarni Kárason Petersen, ráðharri í norðurlandamálum.
Ráðstevnan er ókeypis, men neyðugt er at melda til her. Skráin sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald