Innanlands

Ráðstevna um ríkisfelagsskapin og norðurlendskt samstarv

Norrøna Felagið skipar fyri saman við Fróðskaparsetrinum

Bertel Haarder, fyrrverandi fólkatingslimur og ráðharri, er ein av luttakarunum á ráðstevnuni (Savnsmynd)

Bertel Haarder, fyrrverandi fólkatingslimur og ráðharri, er ein av luttakarunum á ráðstevnuni (Savnsmynd)

2023-09-12 11:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eru tað rembingar í  ríkisfelagsskapinum millum Grønland, Føroyar og Danmark? Hvør er orsøkin til, at misnøgdin kemur fram ferð eftir ferð. Er tað aðrir mátar hjá hesum trimum londum at skipa felagsskapin? Hvørja avleiðing fær øðrvísi felagsskapur millum londini á norðurlendska samstarvið?

Hesir spurningar verða svaraðir á ráðstevnu um ríkisfelagsskapin og norðurlendska samstarvið, sum Norrøna Felagið og Fróðskaparsetrið skipa fyri í felag tann 28. september.

Til at svara hesum spurningum koma Bertel Haarder, fyrrverandi fólkatingsmaður, og Michael Zilmer-Johns, fyrrverandi sendimaður fyri danska uttanríkisráðið. Aftur at hesum báðum dønum verða innlegg fra Jens Christian Svabo Justinessen, samfelagsfrøðingi og Bárði Larsen, juristi, sum báðir arbeiða á Setrinum.

Í panelkjakinum luttaka Axel Vilhelmson Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum og Bjarni Kárason Petersen, ráðharri við norðurlandamálum.

Ráðstevnan verður 28. september kl 13 til 16:30 í Løkshøll, Runavík. Ráðstevnan er ókeypis, men neyðugt er at melda til á heimasíðuni hjá Norrøna Felagnum, norden.fo  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder