Tvær føroyskar matstovur eru millum tíggju tær bestu í Danmark. Tað avdúkaði matguidin White Guide Denmark á eini samkomu í Axelborg í Keypmannahavn í gjárkvøldið.
Koks í Ilimanaq í Grønlandi liggur á fjórða plássi eftir tær trýggjar heimsklassa matstovurnar í Keypmannahavn, Alchemist, Noma og Geranium.
Og so kemur Ræst í Gongini í Havn inn á tíggjunda plássið, beint eftir Søllerød Kro, har føroyingurin Jan Restorff er matstovuleiðari.
Og ikki bara fingu tvær føroyskar matstovur heiður og góð viðmæli. Meksikanski kokkurin á Ræst, Sebastian Jiménez, varð eisini kosin ársins nýggja kokkanavn, Årets unge Kokketalent.
Sebastian Jiménez (Savnsmynd: Neil Burger)
Í dømingini hjá White Guide verða givin upp til 40 stig fyri matin og upp í 100 stig fyri samlaðu upplivingina. Ongin matstova fær fult stigatal, men Alchemist, ið varð kosin besta matstovan er nær við, hon fær 39/99.
Noma fær 39/98 og Geranium 39/96, og síðan Koks við 38/97.
Á einum deildum 10. plássi koma Ræst og nýggja koreanska matstovan Koan í Keypmannahavn, sum báðar fáa dømingina 37/93.
Hetta má sigast at vera eitt gott ummæli hjá Ræst, tí hvat matinum viðvíkur, so liggur føroyska matstovan á hædd við matstovurnar, sum deila 6. plássið og 8. plássið, meðan samlaða dømingin liggur eitt vet lægri.
Dómararnir skriva eitt umfatandi ummæli av øllum matstovunum, sum eru við í dømingini, og Ræst verður ummæld undir yvirskriftini “En kulturrejse i råddenskab og fortryllende velsmag”.
Í ummælinum verður víst á, at Ræst higartil hevur roynt seg við tí siðbundna føroyska matsiðinum, sum ikki fellur í smakk hjá øllum. Men við Sebastian Jiménez og royndum hansara frá Koks og tí latínamerikansku matmentanini hann hevur við sær, er Ræst vorðin ein spennandi matstova á altjóða støði. “Tað er siðvenja, nýhugsan og samanseting av mentanum í eini higartil ósæddari stórfingnari kombinasjón”
Les alt ummælið her, har tað eisini ber til at lesa ummælið yvir hinar føroysku matstovurnar, sum eru við í Whita Guide. Umframt Ræst og Koks eru tær Bitin, Fiskastykkið, Húsagarður, Katrina Christiansen, Roks, Ruts Restaurant, The Tarv og Áarstova.
Les eisini ummælið á Portalinum frá mars í ár, tá Ræst lat upp við nýggjum kokki og nýggjari matskrá: Ræst og eitt sindur speisi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald