Eitt rættarmál móti ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, sum skuldi byrja týsdagin, verður útsett nakrar mánaðir – fyribils til 24. mai.
Tað upplýsir ísraelska løgmálaráðið sambært Ritzau. Orsøkin er coronavirusið.
Benjamin Netanyahu verður m.a. ákærdur fyri mutur. Hann skal m.a. hava tikið ímóti gávum frá ríkmonnum afturfyri fíggjarligar ella persónligar tænastur. Eisini skal hann hava roynt at fáa eina avtalu um jaliga umrøðu í lag við ein ísraelskan miðil.
Netanyahu var forsætisráðharri í árunum 1996 – 1999, og gjørdist hann so aftur forsætisráðharri í 2009, og hevur hann sitið í sessinum síðani. Hann vísur allar ákærurnar aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald