![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri annan ársfjórðing 2020 var 181,9 milliónir krónur. Samlaða tøkan var 20,9 túsund tons í kruvdari vekt, harav 12,9 túsund tons vórðu tikin í Føroyum og 7,9 túsund tons í Skotlandi. Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 134,4 milliónir krónur, harav aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 85,8 milliónur krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarúrslit á 28,8 milliónir krónur. Samlaða tøkan var nakað størri, og hækkaði hetta um rakstrarúrslitið hjá aligeiranum. Liðugvøruframleiðslan hevði eitt rakstrarúrslit á 48,6 milliónir krónur, og rakstrarúrslitið (EBITDA) av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 49,9 milliónir krónur
Úrslitið eftir skatt fyri annan ársfjórðing hjá Bakkafrost samtakinum var 471,7 milliónir krónur í mun til 188,6 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Samlaða tøkan í øðrum ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 20.878 tons í kruvdari vekt. Harav vórðu 12.941 tons tikin í Føroyum í mun til 12.609 tons sama ársfjórðing í fjør, og 7.937 tons vórðu tikin í Skotlandi. Samlaða tøkan í fyrra hálvári var 38.813 tons í kruvdari vekt í mun til 26.316 tons fyrra hálvár í fjør. Harav vórðu 23.608 tons í kruvdari vekt tikin í Føroyum í mun til 26.316 tons fyrra hálvár í fjør, og 15.205 tons vórðu tikin í Skotlandi.
Tilsamans vórðu 5,8 milliónir smolt sett út í øðrum ársfjórðingi 2020. 2,9 milliónir vórðu sett út í Føroyum og 2,8 milliónir smolt í Skotlandi. Til samanberingar vórðu 3,6 milliónir smolt sett út í Føroyum í sama ársfjórðingi í fjør. Tilsamans eru 9,1 milliónir smolt sett út fyrra hálvár í ár í mun til 5,3 milliónir smolt fyrra hálvár í fjør. 5,2 milliónir smolt vórðu sett út í Føroyum og 3,9 milliónir í Skotlandi.
Regin Jacobsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Farsóttin hevur ávirkað
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:
- Fyrra hálvár 2020 hevur verið nógv ávirkað av farsóttini, sum hevur reikað kring heimin. Fíggjarliga avkastið er sjálvsagt nógv ávirkað av umstøðunum á markaðinum. Umframt hetta hava hægri flutningskostnaðir og broytt gjaldoyraviðurskifti eisini ávirkað fíggjarliga skeiva vegin. Hóast umstøðurnar hava verið truplari, so fegnast vit um, at felagið hevur havt positiv úrslit fyri allar geirar, bæði í liðugvøruframleiðsluni, á Havsbrún og í alingini á sjónum í Føroyum og í Skotlandi. Eisini fegnast vit um, at starvsfólk okkara ikki hava verið rakt av farsóttini og framhaldandi at kunna veita eina sunna og heilsugóða vøru til okkara kundar.
- Vit eru serstakliga nøgd við góða úrslitið í liðugvøruframleiðslugeiranum, sum í hesum ársfjórðingi hevur havt størri framleiðslumongd enn nakrantíð áður. Eftirspurningurin eftir liðugt pakkaðum vørum vørum frá handilsketum hevur verið sera stórur, nú matstovur og hotell hava verið stongd undir farsóttini. Vit hava av sonnum havt ágóða av smidleikanum í okkara longu virðisketu, sum ger okkum før fyri skjótt at tillaga okkum eftir skiftandi marknaðarumstøðum.
Íløgan í Skotlandi byrjar at geva úrslit
- Vit síggja eisini fyrstu tekinini um, at tær broytingar, vit hava gjørt í alivirkseminum í Skotlandi, byrja at geva úrslit, eins og vit í Føroyum síggja úrslit av mongu stóru íløgunum, ið vit hava framt her. Smoltstøðin á Strond er liðug og framleiðir nú ein stóran part av smoltinum, vit hava tørv á. Alsamt vaksandi miðalstøddin á smoltinum fer at gagna aligeiranum hjá okkum munandi framyvir. Í Skotlandi hava vit eisini tikið týdningarmikil stig fyri at vaksa um støddina á smoltinum við at seta í verk munandi útbygging av smoltdeildini í Skotlandi. Eisini er biogassverkið Förka tikið í nýtslu, og fer nú undir framleiðslu av grønari orku. Hettar hjálpir okkum ávegis at røkka avbjóðandi málinum at hava minkað CO2-útlátið niður í eina helvt í 2030.
- Vit vænta, at farsóttin fer at hava avbóðingar við sær á altjóða laksamarknaðinum. Ilt er at meta, hvussu leingi og í hvussu stóran mun hetta fer at ávirka marknaðin. Vit meta tó, at útlitini eru góð, tí farsóttin hevur ikki broytt veruleikan, at heiminum framyvir tørvar vaksandi mongd av heilsugóðum og burðardyggum mati, sum laksur jú er, sigur Regin Jacobsen.
Gott úrslit í liðugtvøruframleiðsluni
Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 85,8 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2020 samanborið við 303,4 milliónir krónur fyri sama ársfjórðing í fjør. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarúrslit á 28,8 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2020.
Liðugvøruframleiðslan hevði eitt rakstrarúrslit á 48,6 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2020 í mun til 0,0 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.
Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í øðrum ársfjórðingi 2020 var 49,9 milliónir krónur samanborið við 58,4 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.
Í øðrum ársfjórðingi 2020 læt Bakkafrost fulltíðar starvsfólkum frá 2019, sum enn eru í starvi í felagnum, bonus partabrøv svarandi til 2 prosent av lønini í 2019. Samlað læt Bakkafrost starvsfólkunum 14.368 partabrøv, sum svaraðu til eitt virði á 6,2 milliónir krónur.
Onki vinningsbýti fyri 2019
Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 1.116 milliónir krónur við endan á øðrum ársfjórðingi 2020 í mun til 1.019 milliónir krónur við árslok 2019. Bakkafrost hevði 2.323 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á øðrum ársfjórðingi 2020, og solvensurin var 69 prosent.
Orsakað av óvissuni, ið stendst av koronafarsóttini, hevur nevndin í Bakkafrost áður avgjørt at útseta avgerðina um útlutan av vinningsbýti fyri 2019 til 25. august 2020, tá ið hálvársroknskapurin verður lagdur fram, og óvissan væntandi var minkað. Nevndin hevur nú staðfest, at óvissan framhaldandi er høg, og at nevdin tískil ikki fer at leggja fram uppskot um at gjalda vinningsbýti fyri 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald