Innanlands

Rakti á 700.000 krónur í fyrsta snari

- Oyjøsus oyjøsus ikki, segði ein ovfarin Anna Petra Winther í Havn, tá hon í fyrstu royndini rakti á gulan leyp

(Skíggjamynd: KVF)

(Skíggjamynd: KVF)

2019-12-13 20:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Áðrenn Anna Petra Winther úr Havn fór í holt við at snara gekkahjólinum kvøld var hon rættiliga nervøs.

- Hetta er øgiligt, tað veit den. Eg havi stongt meg inni í einum kamari, greiddi hon frá, tá hon kom ígjøgnum við fullari plátu í Gekkinum í kvøld.

Anna Petra koyrdi tær tvær milliónirnar, sum vóru upp á spæl, í tríggjar leypar fyri at økja um møguleikan at vinna. Og rætt gjørdi hon. Ein minutt seinni gjørdist hon 700.000 krónur ríkari.

Tí í fyrsta snari rakti hon á gula leypin og tað bleiv eitt øgiligt róp í telefonini.

- Pínasta knút ikki. Oyjøsus, oyjøsus ikki segði ein ovfarin Anna Petra Winther.

Næsta fríggjakvøld verður upphæddin 1,4 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder