Rampan á ferjuleguni á Syðradali hevur fingið nakað av umrøðu. Arbeiðið við henni hevur millum annað órógvað nakað.
Teistin hevur eisini royndarsiglt á Kalsoyarleiðini í nakrar vikur, og sambært Strandferðsluni skal skipað royndarsigling halda fram næstu tíðina.
Landsverk og Blikksmiðjan í Klaksvík hevur seinastu dagarnar arbeitt við nýggjum gelendara á uttara partin av nýggju rampuni á Syðradali á Kalsoynni.
- Eisini eru pláturnar ímillum rampuna og asfaltið nú sveisaðar fastar, so tær ikki verða trýstar upp av brimi. Mett verður nú um, hvussu ið atløguviðurskiftini hjá Sam á høgætt kunnu tryggjast betur.
Nýggja rampan er í fyrstu atløgu gjørd til Teistan og nýggju kalsoyarferjuna, men skal eisini kunna brúkast av Sam, staðfestir ssl.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald