Seinnapartin í gjár var stórt hátíðarhald á Ellisheiminum í Havn. Hetta var í sambandi við, at Randi Kjærbæk hevði 40-ára starvsdag.
Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðau sínari
Randi flutti til Havnar - og í fyrstu syftu inn á Ellisheimið har hon arbeiddi - stutt áðrenn 18-ára føðingardagin.
Skálvíkskvinnan hevur samanlagt arbeitt har meginpartin av sínum lívi. Randi hevur eisini verið í Danmark og Noreg, har hon hevur nomið sær útbúgving - seinast sum heilsurøktari.
Til hátíðarhaldið (Mynd: torshavn.fo)
Randi Kjærbæk hevur eisini undirvíst á Tórsvhavnar kvøldskúla, skrivar torshavn.fo.
Á heimasíðuni ber til at lesa alla røðuna, sum Heðin Mortensen hevði fyri henni. Eisini eru fleiri myndir.
Randi Kjærbæk fekk gullmedalju og heiðursbræv frá Tórshavnar kommunu. Eisini fekk hon eitt serligt heiðursmerki: "Kongens fortjenestmedalje" - hetta fyri drúgva tænastu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald