Innanlands

Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi letur aftur í morgin vegna umvælingararbeiði

Og latið verður ikki uppaftur fyri jól, upplýsir Klaksvíkar Sjúkrahús. Fram til jól verður víst til rannsóknarstovuna á Landssjúkrahúsinum, um millum annað blóðroynd skal takast - latið verður uppaftur í Klaksvík 27. desember

Frá í morgin, 16. desember, til 27. desember verður stongt á Rannsóknarstovuni (Mynd: Pól Sundskarð)

Frá í morgin, 16. desember, til 27. desember verður stongt á Rannsóknarstovuni (Mynd: Pól Sundskarð)

2022-12-15 14:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Í sambandi við eitt størri umvælingararbeiði, verður neyðugt at steingja rannsóknarstovuna í nakrar dagar. Nýggj skipan til inniluft verður sett upp. og hetta arbeiðið dálkar illa, tí tað millum annað verður borað ígjøgnum veggir.

Soleiðis skrivar Klaksvíkar Sjúkrahús í kunningarskrivi í dag, har tað verður boðað frá, at tað millum annað ikki verður møguleiki at taka blóðroynd í Klaksvík hesumegin jól. 

Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi verður afturlatin frá 16.-27. Desember, nú arbeiðið skal gerast inni á sjálvari rannsóknarstovuni, har stóru kanningartól eru. Hesi tól tola ikki støvið, ið kemur av hesum umvælingararbeiði og mugu noyðast tí at verða vard.

- Hetta viðførir, at vit ikki fáa gjørt allar tær kanningar, ið vit vanliga gera.
Okkara stóru tól fylla nógv og geva eisini nógvan hita frá sær. Verandi inniluftskipan orkar ikki longur at halda hitanum á røttum støði, so vit gleða okkum til nýggja skipanin er klár at brúka og harvið gevur okkum betri inniluft.

 Víst verður í hesum tíðarskeiði til rannsóknarstovuna á Landssjúkrahúsinum, har til ber at fáa tikið blóðroyndir og EKG gerandisdagar frá kl. 8-14. Inni á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum ber til at bíleggja sær tíð til blóðroyndir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder