
Landstýrissmaðurin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Rannvá Margretu Matras-Olsen í starv sum skúlastjóri í Velbastaðar skúla. Hetta frá 1. august 2025 at rokna.
Tað skrivar Skúlablaðið á heimasíðu sínari.
Nýggi skúlastjórin er avloysari hjá Leivi Frederiksen. Starvið á Velbastað varð lýst leyst, og 42-ára gamla Rannvá Matras-Olsen fekk starvið.
Hon tók læraraprógv í 2011 frá Føroya læraraskúla og í 2014 ískoytisútbúgving til Bachelor of Education. Síðani Rannvá gjørdist lærari, hevur hon starvast í Vestmanna, har hon býr, skrivar Skúlablaðið.
- Rannvá hevur royndir frá Vestmanna skúla síðani 2011. Hon hevur undirvíst í øllum deildum í skúlanum, á Melini og seinastu 3 árini røkt uppgávuna sum kt-vørður í Vestmanna skúla.
Rannvá fór í 2023 undir leiðsluútbúgvingina Master í leiðslu og skipan á Fróðskaparsetri Føroya, og hevur í summar lokið fyrsta stig, diplom á masterstigi í leiðslu og skipan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald