Innanlands

Rás 2 eitur nú Aldan

- Framyvir fer støðin at eita Aldan – eitt navn, sum bæði fangar rákið, rørsluna og tónalagi í føroyska ljóðlandslagnum, verður sagt.

Símun J. Hansen er annar av eigarunum á útvarpsstøðini Alduni. Hin er Andrew Djurhuus (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Símun J. Hansen er annar av eigarunum á útvarpsstøðini Alduni. Hin er Andrew Djurhuus (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-11-14 12:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Útvarpsrásin Rás 2 fær nýtt navn og nýggjan samleika, boðar útvarpsstøðin við høvuðssæti í Saltangará.

- Fram yvir fer støðin at eita Aldan – eitt navn, sum bæði fangar rákið, rørsluna og tónalagi í føroyska ljóðlandslagnum, verður sagt.

- Vit hava altíð verið eitt hav av tónleiki, tíðindum og menning – nú fáa vit eitt navn, ið lýsir tað betri. Eins og aldur á sjónum, eru vit í støðugari rørslu, við styrki og lívi úr fólkinum sjálvum, sigur stjórin á Alduni, Andrew Djurhuus.

Navnið Aldan er valt, tí tað sameinir tað natúrliga og tað tekniska: Ljóðið sum ferðast í bylgjum – og aldurnar, ið bera okkum øll fram í lívinum. - Og so kenna allir føroyingar til aldur her vit liggja einsamøll mitt úti í Atlantshavinum.

Við nýggja navninum fylgir eisini ein meira nýmótans samleiki. Aldan fer framhaldandi at leggja dent á føroyska mentan, tónleik og røddir – alt frá nýggjum poddum til beinleiðis sendingar, sum geva rúm fyri bæði meiningum og góðum undirhaldi – samstundis sum feskastu tíðindir uttan úr heimi vera borin beinleiðis í lurtini kring landið fleiri ferðir um dagin.

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder