Innanlands

Rás2 verður til FM1

Navnið Rás 2 á tvingsilssølu 28. juni

2018-06-22 14:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Útvarpsrásin Rás 2 fær nú navnið FM1. Hetta skrivar in.fo í dag.

Tann 28. juni fara hjánøvn hjá P/f Miðlavarpinum á tvingsilssølu. Har í millum er millum annað navnið Rás 2, og tí var sannlíkt at rásin fór at skifta navn.

Sambært in.fo fer FM1 at halda fram á somu kós við tíðindum, tónleiki, innsløgum, sendingum og nógvum ítrótti.

Rásin hoyrist á midlar.fo og á frekvensunum FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder