Innanlands

Ræstkjøtaburgarin elvdi til ferðslutøpp

Útselt í Saksun

Hesa myndina hava vit fingið sendandi seinnapartin

Hesa myndina hava vit fingið sendandi seinnapartin

2018-07-24 19:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

So stórur áhugi var fyri ræstkjøtaburgaranum í Saksun seinnapartin, at hann elvdi til ferðslutøpp á Saksunarvegnum.

Fimm kilometrar frá vogninum í Saksun har burgarin verður seldur, høvdu fólk sett bilin, og vóru farin til gongu - alt fyri at keypa mat frá Matsmiðjan Streetfood, segði Rólant Waag Dam, journalistur í Degi & viku í kvøld.

Hann var staddur í Saksun í kvøld, og kundi upplýsa at fleiri enn 400 burgarar vórðu seldir í dag, og at tað var útselt.

Í Saksunardali høvdu teir møtt upp móti 100 bilum - fyri tað mesta føroyingum.

Á ólavsøku verður aftur møguleiki at fáa nógv umrødda burgaran.

(Skíggjamynd, kvf.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder