Innanlands

Regnið skolar Summarfestivalin burtur

Veðrið ávirkar á ársins Summarfestivali. Dynamit er avlýst, og aðrar konsertir eru fluttar

2025-08-09 01:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Allar konsertir á Vágsbø eru avlýstar. Vit síggjast í tjaldinum.

Tað eru boðini, sum festivalgangarar í Klaksvík fáa seint í kvøld. 

Tað oysir niður og tað stendur beint inn á pallin á Vágsbøi. Dynamit skuldi spæla klokkan 1, men tað verður so ikki.

Í løtuni er ógreitt hvussu skráin sær út restina av kvøldinum.

--

Dagføring kl. 1:15

Tað ber ikki til at hava fleiri konsertir á stóra palli í kvøld orsakað av veðrinum. 

Summarfestivalurin boðar frá, at konsertin við Dynamit er avlýst.

Konsertin við Swardi, sum skuldi verða á Vágsbøi, verður flutt í Tjaldið. Konsertin við Grandma's Basement framskundað ein hálvan tíma.

SKRÁIN FYRI TJALDIÐ. 

01.45: Grandma's Basement

03.00: Swardi

Sí eisini: Veðrið órógvar SF: Høvuðsnavnið fríggjakvøldið framskundað

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder