Mentan

Reiley kemur heim á Voxbotn

Reiley kemur til Føroya at framføra popptónleik í heimsflokki leygardagin

2025-06-23 17:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Havnadrongurin Rani Petersen, ið virkar undir listanavninum Reiley, er ein av fáu føroyingum, ið veruliga hevur bygt sær ein altjóða pall. Hann byrjaði longu sum ungur at leggja tónleik út á sosialar miðlar, og í dag hevur hann yvir 10 milliónir fylgjarar á sosiala miðlinum TikTok.

Reiley hevur virkað uttan fyri landaoddarnar, og hevur ikki framført nógv her heima. Hann gjørdi sáttmála við amerikanska Atlantic Records, og tað sigur nakað um bæði hansara dugnasemi og virðingina, hann hevur fingið úti í heimi.

Vit fingu veruliga sjón fyri søgn hvussu dugnaligur Reiley er, tá hann í 2023 vann danska Melodi Grand Prix, og varð sendur til Eurovision Song Contest í Liverpool at umboða Danmark.

Reiley er sermerktur við einum sjónligum og gjøgnumførdum poppstíli, har tónleikur og visuell framførsla ganga hond í hond. Løgini eru í altjóða klassa – og showini eru altíð 100 prosent gjøgnumførd.

Leygardagin kann Reiley upplivast á Voxbotn, samansaman við Sámal Ravnsfjall, Goodboys, Minds of 99, RSP, Byrta, Suspekt, Swangah, Týr – og ikki minst risastóru All Stars konsertini, har fleiri av okkara fremstu tónleikarum fara at framføra síni størstu hitt.

Atgongumerki fyri 1.050 krónur umframt avgreiðslugjald, fáast á ebillet.fo

[object Object]Reiley framførdi eisini á Voxbotn 2023 (Mynd: Jens Kr. Vang)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder