Húsini á Áarvegi 14 í Havn verða reist aftur, og í hesum sambandi er Áarvegurin stongdur frá Vaglinum til Kopargøtu og Havnargøtu í dag, mánadagin 22. juni, mikudagin 24. juni og fríggjadagin 26. juni millum klokkan 06 og 20.
Gomlu húsini hjá Per á Sjómansheiminum eru nýliga tikin niður og nýtt fundament er gjørt, og ætlanin er nú at byggja tey uppaftur, so tey líkjast upprunaligu húsunum, tó við einari hædd afturat, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuna.
Tað er partafelagið Katrina Christiansen, ið hevur keypt húsini. Húsini, sum nú verða sett á grundina, eru gjørd úr elementum, so tey taka ikki langa tíð at seta upp. Húsini verða liðug seinni í heyst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald