
Fríggjadagin var reisigildi fyri nýggja gistingarhúsinum, sum verður bygt í miðbýnum í Klaksvík. Gistingarhúsið, sum letur upp á vári 2026, hevur fingið navnið KG.
Talan er um eitt fýra stjørna gistingarhús við 83 kømurum, sum eisini fær eina glæsiliga matstovu, stórt veitsluhøli til 300 gestir og fleiri fundarhøli. Somuleiðis verður eitt vælveruøki í tveimum hæddum.
Tað er Kanjon, ið byggir KG mitt í Klaksvík norðanfyri Biskupstorg við útsýni móti Vágni.
Hetta staðið verður eisini rópt Úti á Sandinum. Ósbjørn Jacobsen frá Henning Larsen Arkitektum hevur teknað KG.
Gistingarhúsið verður ein stásiligur og ikoniskur bygningur, sum fer at seta dám á býin, og sum við tíðini fer at gerast ein eyðkend ímynd fyri Føroya næststørsta bý, Klaksvík.
Herfyri varð skipað fyri navnkapping, har øll høvdu møguleika at koma við uppskotum til nýggja gistingarhúsið. Nógv góð uppskot komu inn. Niðurstøðan gjørdist tó at velja eitt navnauppskot, ið ikki varð latið inn til almennu kappingina. Valið fall á KG.
KG er havnakenningarnummarið fyri skip og bátar frá Klaksvík og norðoyggjum annars.
Hetta verður mett at vera eitt hóskandi navn fyri nýggja ferðavinnu- og upplivingarskútuna í býnum, sum er kendur fyri stórt sjó- og fiskivinnuvirksemi.
Kring alla vágna í Klaksvík síggjast hópin av skipum og bátum við tí eyðkenda KG havnakenningarnummarið á síðuni, og nú kemur ein nýggj glas- og betongskúta at liggja uppi á landi við somu vágna. Soleiðis hevur navnið á gistingarhúsinum røtur aftur í tíð -eins væl og fram í tíðina. Navnið er somuleiðis stutt, lætt at úttala og at minnast til hjá bæði føroyingum og útlendingum.
- Vit fegnast um at kunna leggja lunnar undir eina slíka framfúsna ferðavinnuverkætlan mitt í hjartanum av Klaksvík. Vit vóna, at KG fer at gerast eitt gevandi samlingsstað fyri bæði føroyingar og ferðafólk, og samstundis eitt virðiligt íkast til menningina av býnum, sigur Jan Petersen, stjóri í Pf. Christiani í Grótinum.
Tað er Pf. Christian í Grótinum, sum letur KG byggja, og tað verður Gist & Vist, sum fer at reka KG, tá tað letur upp í næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald