Innanlands

Reka grindina inn á Bø

Hon verður mett til einar 100 hvalir

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-07-05 19:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Grindin sum um hálvgun seks tíðina varð funnin tríggjar fjórðingar suður úr Mykinesi, verður rikin inn á Bø.

Nakrir bátar eru við í rakstrinum og teir eru komnir inn um Mykines.

Sýslumaðurin Kristjan Martin Joensen væntar, at grindin verður hildin til um ein hálvan tíma ella so.

Mett verður at grindin liggur um einar 100 hvalir.

Sýslumaðurin hevur lýst grindaøki. Boðað verður frá at allir óviðkomandi bátar, skip, flogfør, tyrlur, dronur og persónar skulu halda seg ein fjórðing frá grindini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder