2025-08-26 09:47

Rakstur er nú komin á grindina, sum í morgun var funnin í Hestfirði út fyri Gomlurætt.
Fleiri bátar eru nú komnir til grindina, og teir eru farnir at reka hana suðureftir. Avgerð er tikin um at royna at reka grindina á Havnina. Staðfest varð, at tað var ókyrt í Vágum og ókyrt í Húsavík, tí verður grindin rikin til Havnar.
Líkindini eru kanska ikki tey bestu til grindarakstur í dag, og tí snýr tað seg eisini um at finna røttu løtuna í mun til rák og aldu at fáa grindina um Kirkjubønes, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald