2018-09-21 19:31
Talan var um grind, sum nakrir ungir dreingir funnu út fyri aliringarnir á Gøtuvík fyrr í kvøld.
Nú eru fleiri bátar komnir til grindina, og hon verður nú rikin á Syðrugøtu, upplýsir Karl Johansen, sýslumaður.
Springarar vóru í bólkinum, men teir eru fingnir úr, og talan er um upp móti 100 hvalir.
Fimm bátar eru við í rakstrinum, og á sandinum í Syðrugøtu er nakað av fólki, upplýsir sýslumaðurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald