Innanlands

Rendi á rundkoyringina – illgruni um rúsdrekkakoyring

Støðgur kom í ferðsluna gjøgnum Eysturoyartunnilin í gjárkvøldið, tá ein bilur ikki kláraði svingið í rundkoyringini

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-06-08 10:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein bilur megnaði ikki svingið inn í rundkoyringina í Eysturoyartunnlinum í gjárkvøldið, men rendi í staðin inn í innara kantin í rundkoyringini.

Óhappið hendi um 21-tíðina í gjárkvøldið, og proppur kom í ferðsluna eina løtu orsaka av óhappinum.

Tá løgreglan kom á staðið, fingu løgreglufólkini illgruna um, at rúsdrekka kundi vera orsøkin til óhappið. Bilførarin varð tí handtikin og fluttur til Havnar, har blóðroynd varð tikin. Úrslitið av blóðroyndini fer so at vísa, um ákæra verður reist, upplýsir vakthavandi á politistøðini.

Koyrdu ov skjótt
Ferðsluløgreglan var eisini úti í gjár. Eitt nú á Glyvursvegnum, sum er brekkan niðan á Hamaran á Argjum, eitt strekki, har bilar ofta verða tiknir fyri at koyra ov skjótt. Hóast umstøðurnar eru at seta ferðina upp, so verður vegastrekkið mett sum bygt øki, har hámarksverðin er 50 kilometrar um tíman.

Fýra bilar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt. Ein bilførari fær klipp í koyrikortið – hesin koyrdi 78 kilometrar um tíman. Hinir tríggir fingu bót fyri at koyra 71 og 72 kilometrar um tíman.

Ferðsluløgreglan gjørdi eisini kanningar ymsa staðni á Streymoynni. Onkur fekk bót fyri lyktafeilir og ein bilførari fekk bót fyri at koyra við píkadekkum, hóast hásummar er. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder