Innanlands

Rendi í veggin í Kalbakstunlinum

Øll í bilinum vórðu flutt til kanningar á Landssjúkrahúsinum, men løgreglan hevur upplýst fyri Dimmalætting, at talan ikki var um álvarasamar skaðar

Tað er ikki heilt vist, júst hvussu óhappið hendi (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er ikki heilt vist, júst hvussu óhappið hendi (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-19 11:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin hendi eitt heldur óvanligt ferðsluóhapp í Kalbakstunlinum. Talan var um eitt sovnevnt soloóhap, har ein bilur rendi inn í veggin.

Dimmalætting skrivar, útfrá upplýsingum frá løgregluni, at fólkini í bilinum vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar. Í fyrstu atløgu bendi einki á stórar skaðar.

Bilurin fekk nakað av skaða, og óvist er framvegis, hví óhappið hendi. 

Seinasta samdøgrið hevur einki nevnivert verið í døgnrapportini hjá løgregluni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder