2019-04-23 12:23
Aftur í ár skipar Bragdið fyri flaggdagsrenning. Umframt flaggdagsrenning og barnarenning, verður eisini skipað fyri heilsurenning, sum er vælegnað fyri tey, sum fegin vilja ganga og renna, uttan at kappast.
Eingin tíðtaking er til hendan bólkin, og luttakarar velja sjálvi, um tey ganga/renna 3,5 ella 6,9 km.
Tey fyrstu 50, sum melda til heilsurenningina, fáa eina renniblusu - og allur peningurin, sum kemur inn til heilsurenningina, fer til Sclerosufelagið, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni. Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald