 
                
            Í løtuni hevur Strandferðslan ov fá skip í sigling. Teistin er á beding, Hasfjord fær ikki siglt, tí skipið fekk fekk eitt traktordekk um skrúvuna í Skopun í gjár, og nú er galið við Erlu Kongsdóttir.
Strandferðslan skrivar á heimasíðu sínari fyrrapartin, at trupulleikar við einari aksilpakkdós umborð á Erlu Kongsdóttir ger, at skipið fyribils er tikið úr sigling og liggur á Bursatanga.
Hetta merkir, at Rescue LÍV í løtuni røkir Nólsoyarleiðina og hevur júst verið ein túr. Bjargingarbáturin verður nýttur fyribils á leið 90.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2022/02/12/890x590/1644698558cghssfcdep.jpg) Rescue LÍV (Mynd: Ólavur Frederiksen)
Rescue LÍV (Mynd: Ólavur Frederiksen)
Erla Kongsdóttir skulu sigla tveir túrar á leið 61 - til og frá Hesti - fyrrapartin, men hesir túrarnir eru avlýstir. 
Nærri kunning kemur skjótast til ber, skrivar ssl.fo, har til ber at fáa eitt slag av yvirliti yvir støðuna, nú fleiri broytingar eru á ymsum strandfaraleiðum.
Les eisini: Eykatúrar um Skopunarfjørð og avlýstir túrar um Nólsoyarfjørð
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald