
Við tí endamáli at hjálpa, har neyðin er størst, letur Reyði Krossur Føroya eitt gávukort áljóðandi 1.000 krónur til barnafamiljur í Føroyum, sum liva undir fíggjarliga trongum korum, nú stundar til jóla.
Hjálpin verður latin til somu familjur, ið Barnabati letur til í árligu jólahjálpini til familjur, sum hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman, boðar Reyði Krossur frá.
– Umsóknirnar vera viðgjørdar sambært sama frymli, sum Barnabati brúkar til jólahjálpina. Reyði Krossur leggur sostatt eitt gávukort áljóðandi 1.000 kr. afturat hvørjari játtaðari umsókn til Barnabata. Viðgerðin byggir á eitt altjóða mát, ið kallast “at-risk-of-poverty”, ella fátækraváði, sum lýsir borgararnar í samfelagnum við lutfalsligu fæst nýtslumøguleikum.
Barnafamiljur kunnu annars søkja um jólahjálp frá Barnabata fram til í annaðkvøld, 8. desember. Vegleiðing og umsóknarblað kann finnast á heimasíðuni hjá Barnabata.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald