Innanlands

Reyði Krossur sendur 200.000 krónur í neyðhjálp til Libanon

Harvið verður tilsamans yvir ein hálv millión latin í stuðli úr Føroyum

(Mynd: Reyði Krossur Føroya)

(Mynd: Reyði Krossur Føroya)

2020-08-13 18:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Spreingingin í Beirut týsdagin 4. august hevði ræðuligar avleiðingar fyri býin og fyri landið. Higartil hava yvir 200 menniskju latið lív, fleiri túsund eru komin til skaða, og fleiri hundrað túsund eru vorðin heimleys, nú stórir partar av býnum eru lagdir í oyði. Fólk leita framvegis eftir burturblivnum næstringum í toftunum.

Saman við teimum 500 túsund krónunum frá Føroya landsstýri, hevur Reyði Krossur gjørt av at senda 200 túsund krónur til Libanon, fyri at stuðla í stóru neyðini, ið rakar landið í kjalarvørrinum av hesi syrgiligu vanlukku.

Fyri framman er nú eitt stórt arbeiði at hjálpa øllum teimum nógvu, sum hava mist hús og heim, við at fáa tak yvir høvdið, við at fáa dagligt breyð og við at koma heilskapað ígjøgnum hesa tíðina, við bæði likami og sál.    

Spreingingin rakar meint í einum landi, sum frammanundan var hart rakt av fíggjarligari kreppu og øktum fátækradømi. Libanon hýsir tilsamans 1,5 milliónum flóttafólkum, og COVID-19 smittan hevur eisini verið álvarslig.

Reyði Krossur í Libanon arbeiðir hart fyri at útvega teimum nógvu heimleysu fyribils innivist, neyðuga útgerð til persónligt reinføri, maskur og heilt grundleggjandi neyðhjálp, sum mat og vatn.

Øll hjálp er kærkomin, og tað ber til at stuðla arbeiðinum við at flyta eina upphædd inni á heimasíðuni hjá Reyða Krossi Føroya, redcross.fo.

Reyði Krossur syrgir við fólkinum í Beirut, og vit ynskja okkara starvsfeløgum í Reyða Krossi í Libanon, og øllum teimum, sum eru rakt av vanlukkuni, alt tað besta.

Reyði Krossur Føroya

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder